2018-11-24 20:24
Camp Fire, skógareldurin sum byrjaði 8. november hevur verið mest oyðileggjandi skógareldurin í Kalifornia nakrantíð, men nú eru sløkkiliðsfólkini við at fáa tamarhald á støðuna.
Tað skrivar CNN.
Eftir at hava herjað Norðurkalifornia í meira enn tvær vikur, hava sløkkiliðsfólk fingið tamarhald á 95 prosent av skógareldinum, sum hevur kravt 84 mannalív higartil, og tey vænta, at tey skjótt av fult tamarhald á eldinum.
475 fólk eru enn saknað, og framvegis verður leitað eftir teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald