Skógareldar hava herjað í amerikanska statinum Kalifornia í meira enn eina viku, og higartil hava 71 fólk latið lív, og yvir 1000 fólk eru saknað.
Meðan summi hava verið noydd at tikið avgerð um, hvørt tey skulu vera verandi og royna at verja heim sítt ella at rýma undan eldinum, hava tey, sum eru betri fyri fíggjarliga, fingið eyka hjálp, skriva fleiri miðlar.
Fleiri amerikonsk tryggingarfeløg bjóða nevniliga eyka hjálp til summi viðskiftafólk, ið eru hótt av skógareldunum.
Kjak hevur verið um evnið, eftir at tað kom fram fyrr í vikuni, at Kanye West og Kim Kardashian bjargaðu teirra heim, ið var vert meira enn 300 milliónir krónur, við hjálp frá privatum sløkkiliðsfólkum.
Kjak hevur fyrr verið um hetta millum annað í Wall Street Journal og á NBC News.
"Hetta er ein av avleiðingunum av fíggjarliga ójavnanum í landinum, eg eri málleysur," sigur ein søgufrøðingur frá Penn State University.
Sí eisini: Myndir: Ógvusligir eldar í Kalifornia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald