Uttanlands

Kanada: Í minsta lagi níggju fólk deyð

Løgreglan í Vancouver heldur í løtuni ikki, at talan var um yvirgang, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í nátt

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2025-04-27 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan í kanadiska býnum Vancouver upplýsir nú, at í minsta lagi níggju fólk lótu lív, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu undir einari gøtustevnu í nátt.

Les eisini: Kanada: Bilur koyrdi inn í mannamúgvu

Løgreglan hevur handtikið ein mann í sambandi við hendingina. Talan er um ein persón, sum er búsitandi í Vancouver og kendur av løgregluni.

Løgreglan upplýsir eisini nú, at mann í løtuni ikki heldur, at talan er um yvirgang, tó uttan at greiða nærri frá.

Tað er framvegis ikki upplýst, hvussu nógv fólk vórðu særd.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder