Uttanlands

Kanada tekur serligar heimildir í brúk at støðga mótmælum

Stjórnin hevur nú møguleika at fastfrysta bankakontur hjá teimum, sum eru við til at blokera vegir og brýr millum Kanada og USA

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-02-15 07:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stjórnin í Kanada tekur nú serligar valdsheimildir í brúk fyri at støðga mótmælunum móti stjórnini, sum seinastu vikurnar hava støðga ferðsluni á markinum til USA og lagt høvuðsstaðin í landinum, Ottawa, lamnan.

Tað upplýsti Justin Trudeau, forsætisráðharri, á tíðindafundi í nátt, okkara tíð.

- Stongsulin oyðileggur okkara búskap og setir trygdina í vanda. Vit kunnu ikki loyva hesum ólógliga virkseminum at halda fram, ljóðaði boðskapurin hjá Trudeau.

Løgreglan í Kanada hevur í seinastuni havt at stjórnini fyri ikki at gera nóg nógv fyri at støðga mótmælunum.

Mótmælini hava eitt nú rakt markabýirnar Windsor og Ottawa. Í gjár vóru tríggjar vikur, síðani mótmælini í høvuðsstaðnum byrjaðu.

Tí hevur stjórnin nú tikið ein serliga neyðrættarviðtøku í brúk. Viðtøkan loyvir stjórnini at seta til viks vanligu lóggávurnar í statunum, og seta í verk serlig tiltøk fyri at verja landsins trygd.

Sambært BBC merkir hetta eitt nú, at myndugleikarnir framyvir kunnu frysta bankakontur hjá teimum, ið eru innblandað í mótmælini uttan rættarviðgerð.

Løgreglan fær eisini øktar heimildir at handtaka og geva mótmælisfólkum bót.

Justin Trudeau sigur, sambært BBC, at tiltøkini eru tíðaravmarkað, og at tey bert verða brúkt við varni.

Hesar serligu neyðrættarheimildirnar eru bert brúktar eina ferðir fyrr í friðartíð, skrivar dr.dk. Tað var í 1970, tá pápi núverandi forsætisráðharran, Pierre Trudeau, sat vil valdinum.

Politisku leiðararnir í teimum fýra landslutunum Alberta, Quebec, Manitoba og Saskatchewan søgdu í gjár, at hesi tiltøkini ikki eru neyðug, og at teir tí ikki eru samdir í hesi avgerð.

Sunnudagin eydnaðist tað løgregluni at flyta mótmælisfólk frá týdningarmiklu markabrúnni Ambassador. Brúgvin er samband millum amerikanska býin Detroit í Michigan og Windsor í Ontario, og er ein sera týðindi handilsfarleið millum londini.

Tá hevði brúgvin verið stongd av lastbilum í seks dagar.

Tað vóru vreiðir lastbilaførarar, sum byrjaðu mótmælini í Kanada. Teir mótmæla krøvunum hjá kanadisku stjórnini, um at lastbilførarar skulu vera koppsettir fyri at koyra ímillum londini. Síðan hava mótmælini fingið tilgongd af fólkum, sum yvirhøvur eru ímóti sitandi stjórn, skrivar Reurers. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder