Innanlands

Kanadiska sendikvinnan vitjaði í Ráðhúsinum

Sendikvinnan var serliga áhugað í havnaútbyggingini

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-08-28 07:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kandiska sendikvinnan, Emi Furuya, vitjaði í gjár á Ráðhúsinum í Tórshavn, har borgarstjóri Annika Olsen tók ímóti.

Talan var um eina óhátíðarliga vitjan, har sendikvinnan ynskti at fáa borgarstjóran á tal viðvíkjandi ymiskum viðurskiftum í sambandi við hennara leiklut sum kanadisk sendikvinna í Keypmannahavn. Eitt nú ynskti hon at frætta um hvørjar avbjóðingar Tórshavnar kommuna stríðist við, og sum kundu verið viðkomandi fyri kanadisk viðurskifti. Serliga áhugað var hon í havnaútbyggingina, og hon var ovfarin av at síggja, hvussu væl føroyska infrakervi er skrúvað saman, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
 
Ein áhugaverdur fundur, har sendikvinnan og borgarstjórin umrøddu møguleikar fyri at betra um lestrarmøguleikar millum londini bæði, avbjóðingar og útbyggingar í sambandi við vaksandi ferðavinnuna, eldraøkið, skúlaøkið, barnsburðarfarloyvi o.a.

Emi Furuya steðgar í Føroyum til hósdagin og fer hesar dagarnar m.a. at tosa við landsstýrismenninar í fiskivinnumálum og uttanríkis- og vinnumálum. Eisini fer at hon hyggja seg um í landinum og skal millum annað til Klaksvíkar á vitjan.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder