Uttanlands

Kangaatsiaq hart raktur – helst av korona

Samferðslan er rakt orsaka av vánaligum veðri – tí eru ongar skundtestir í býnum

2022-02-15 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Yvir helmingurin av næmingunum og lærarunum í grønlendska býnum, Kangaatsiaq, eru heima, sjúkir. Helst er tað korona, men tað er ikki staðfest.

Orsøkin er, at tað ikki ber til at fáa hendur á skundtestum í býnum, skrivar grønlendska kringvarpið.

Hetta er ein støða, sum skapar ótryggleikak í býnum, sigur skúlastjórin, Sussi Adelbolm, við KNR.

75 næmingar eru á skúlanum í Kangaatsiaq, og av teimum vóru 47 sjúkrameldað í gjár. Eisini 11 av teimum 15 lærarunum vóru heima, antin tí tey vóru sjúk ella høvdu sjúk børn, upplýsir skúlastjórin.

Ikki ber til hjá teimum at fara til keypmannin at keypa kvikroyndir, og tí liggja øll tey raktu í óvissuni um, hvørt talan er um korona ella ikki. Orsøkin til manglandi skundtestirnar er, at tær eru útseldar, og at tyrlan ikki hevur verið í býnum í yvir eina viku, orsaka av vánaligum veðri.

Á heilsumiðstøðini í býnum hava tey PCR-testir, men hesar eru bert ætlaðar at brúka til fólk, sum eru so hart rakt, at tey kunnu vera í lívsvanda, skrivar KNR.

Í Kangaatsiaq búgva umleið 500 fólk. Býurin liggur beint sunnan fyri Disko-víkina.

Grønlendski landslæknin, Henrik L. Hansen, váttar fyr KNR, at talið av smittaðum í Kangaatsiaq er stórt í løtuni. Men hann vísir á, at tað ikki er so avgerandi at testa, tá tað er staðfest, at koronasmittan gongur í einum býi.

- Í slíkum førum mugu øll við sjúkueyðkennum metast at hava covid-19. Men møguleikin er sjálvandi fyri, at talan kann vera um aðrar sjúkur, sigur landslæknin við grønlendska kringvarpið.

Hann upplýsir eisini, at í familjum, stovnum og skúlum slepst ikki undan, at smittan spjaðist við einum so smittandi frábrigdi sum omikron.

Í gjár vóru níggju fólk innløgd við korona í Grønlandi. Fimm í Nuuk, tvey í Sisimiut, ein í Paamiut og ein í Qaqortoq, og sostatt ongin í Kangaatsiaq.

Fýra av sjúklingunum vóru innlagdir við korona sum høvuðsorsøk. Ein teirra var innlagdur á intensivu deildini á Dronning Ingrid Hospital í Nuuk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder