Tey koppingarevni, sum eru ment fyri koronu, høvdu ikki givið eins góða verju móti Cluster 5 frábrigdinum, sum varð funnið í donskum minkum í fjør.
Tað vísir kanning hjá Statens Serum Institut.
Niðurstøðan í kanningini er, at persónar, sum vórðu smittaðir við hesum frábrigdinum, høvdu økt mótstøðuføri móti andevnum.
Tað var fyrst í november í fjør, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen gav boð um, at allir minkar skuldu avlívast orsakað av nýggja frábrigdinum, sum hevði spreitt seg til fólk. Grundgevingin var, at frábrigdið kundi fáa ávirkan á koppsetingina.
Seinni í november varð boðað frá, at Cluster 5 helst var útdeytt, eftir at tað við kanningum varð staðfest, at eingin varð staðfestur smittaður við hesum frábrigdinum í tveir mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald