
Heimsheilsustovnurin, WHO mælir til, at øll heimsins lond hava eftirlit við jodstøðuni hjá borgarum. Eingi hagtøl hava verið fyri jodið í føroyingum, men nú eru úrslit av fyrstu føroysku kanningini almannakunngjørd, skrivar Granskingarráðið.
Tað er Stoffskiftisfelagið, sum hevur staðið fyri verkætlanini í samstarvi við Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fróðskaparsetrið og Ålborg sjúkrahús. Kanningin er fíggjað av Granskingarráðnum/ Sjúkrakassagrunninum, granskingarráðnum á Landssjúkrahúsinum, Ålborg sjúkrahúsi og Dancea research programme.
Tey siga m.a. soleiðis um kanningina og úrslitini:
– Endamálið var at kanna, hvussu jodføðslustøðan er í føroyingum í aldrinum 40-74. Harafturat eru framdar vatnkanningar av 12 ymsum støðum í Føroyum at kanna, hvussu jodstøðan er í føroyska vatninum.
– Jod er lívsneyðugt fyri stoffskiftið. Ov høgt ella ov lágt jod kann elva til stoffskiftissjúkur, umframt, at ov lágt jodstøði hjá barnakonum ávirkar negativt á intelligensin hjá børnum teirra (lægri IQ). Eldri danskar kanningar vístu, at danir høvdu lágt jodinnihald, og tískil kom eitt danskt lógarkrav í ár 2000, sum segði, at húsarhaldssalt skal tilsetast jod og at breyð, sum er í sølubúðum, skal innihalda jodríkað salt. Ein fær jod ígjøgnum kostin, og serliga høgt innihald av jod er í fiski og sjóðgæti. Í nógvum londum er eisini høgt jod í mjólk og mjólkaúrdrátti, men eingi tøl eru á føroysku vørunum.
– Tað ber til at kanna jodinnihaldið í landinum, hetta svarar næstan til jodinnihaldið í blóðinum. 491 føroyingar í aldrinum 40-74 ár lótu landroyndir, hetta svarar til 10 prosent av føroyingum í hesum aldursbólki. Jodinnihaldið varð mátað við ceri/arsen háttinum. Útslitið vísir, at median landjodinnihaldið er 101 µg/L, (21 µg/L-1870 µg/L). Íalt lógu 37 prosent av luttakarunum í normal økinum. Eingin hevði álvarsligt jodtrot, men helmingurin av luttakarunum høvdu ov lágt jod í landinum í mun til WHO-tilmælið. Tað var ein postivur samanhangur millum, hvussu nógvan fisk og annan úrdrátt úr sjónum luttakararnir ótu og jodstøðið í landroyndunum.
– Jodinnihaldið í føroyskum vatni er sera lágt; <2 µg/L í øllum 12 støðum, sum vóru kannað.
Niðurstøðan eftir fyrstu úrslinum av kanningini av jodinnihaldi í føroyingur vísur, at median landjodinnihaldið er í lægra lagi í mun til tilmælið frá Heimsheilsustovninum, og at fleiri kvinnur enn menn høvdu lægri jodinnihald í landinum enn viðmælt; tað kann hava stóran týdning fyri fólkaheilsuna í Føroyum.
Ein kanning er ov lítið til at siga nakað um jodstøðuna hjá føroyingum, men nýggjar jodkanningar eru eisini á veg í øðrum aldursbólkum, sigur Granskingarráðið.
Greinin um jod í Føroyum er útgivin í tíðarritinum British Journal of Nutrition og kallast "Iodine nutrition among the adult population of the Faroe Islands – a population-based study". Høvundarnir eru Herborg Líggjasardóttir Johannesen, Gunnar Sjúrðarson Knudsen, Stig Andersen, Pál Weihe, og Anna Sofía Veyhe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald