Vit føroyingar hava góðar royndir við X Factor. Fleiri eru komnir langt, men ongantíð áður hava tveir føroyingar verið í liveshows sama ár.
18 ára gamla Tina Mellemgaard úr Hoyvík hevur higartil klárað skerini, og er enn ikki endað í vandabólkinum.
Framførslan hjá Tinu fríggjakvøldið
Kári Fossdalsá av Toftum hevur higartil havt tað trupult.
Í fyrstu sending endaði hann í vandabólkinum, og tá valið hjá Martin Jensen stóð millum tveir av sínum egnu luttakarum, valdi hann at lata Kára Fossdalsá vera verandi í stóru tónleikakappingini.
(Mynd: Lasse Lagoni / TV 2)
Fríggjadagin fyri tveimum vikum síðani eydnaðist tað Kára at fáa nóg nógvar atkvøður til, at hann ikki endaði í vandabólkinum, men fríggjadagin í síðstu viku var aftur galið.
Framførslan hjá Kára fríggjakvøldið
Blachman valdi at senda bólkin Lorenzo og Charlo úr kappingini, og harvið vann toftamaðurin sær enn eina viku.
Enn er ikki kunngjørt hvørji løg luttakararnir framføra í annaðkvøld. Hetta verður vanliga kunngjørt fyrrapart fríggjadag.
Á TV2 klokkan 19
Kappingin er hørð, og tað skulu nógvar atkvøður til hjá bæði Tinu og Kára fyri ikki at enda í vandabólkinum, og harvið vera í stórum vanda fyri at rúka út.
Tað ber til hjá føroyingum at atkvøða, men tað nyttar einki at bíða til X Factor verður sent í Kringvarpinum, tí tá verður sent forskotið. X Factor byrjar sum nevnt á klokkan 19 føroyska tíð, og verður sent á TV2.
Fyri Tinu skal atkvøðast TI til 1234
Fyri Kára skal atkvøðast KA til 1234
Portalurin verður í annaðkvøld á staðnum í Brøndby, har X Factor verður tikið upp, og vit fara at gera samrøður, taka myndir og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald