Innanlands

Kappsúkkla stolin úr báti

Súkklan hevur virði á 20.000 krónur, og vil løgreglan fegin frætta frá fólki, sum halda seg vita nakað um málið

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-08-10 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Summar festivalur er í Klaksvík um vikuskiftið, og løgreglan upplýsir, at festivalurin hevur eydnast væl, og at tey ikki hava fingið nakrar stórvegis fráboðanir úr Klaksvík.

Nógv fólk hava verið í Klaksvík á festivali, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini hjálpt onkrum fólkum, ið høvdu fingið ov nógv niðurum.

Í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at ymiskt varð stolið úr einum báti í Klaksvík.

Onkur hevði verið umborð á bátinum og stolið ymiskt, meðan eingin var til staðar. Millum annað varð ein kappsúkkla við einum virði á 20.000 krónur stolin.

Sambært in.fo høvdu fólk á øðrum bátum sæð viðkomandi persónar umborð á bátinum, men tey hildu, at talan var um fólk, sum hoyrdu til bátin.

Málið verður í løtuni kannað, og vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tey fegin vilja hoyra frá fólki, ið hava sæð kappsúkkluna ella halda seg vita meira um málið.

Kappsúkklan er svørt við hvítum róðri og einum hvítum rasarasetri, upplýsir vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder