2019-07-24 19:29
“Mítt innara landslag” er heitið á listaframsýning, sum Kári Svensson letur upp í forhøllini í Kringvarpinum í morgin tann 25. Juli.
Listamaðurin hevur av álvara gagnnýtt hæddina í høllini við størri málningum í tveimum hæddum.
Á framsýningini eru tilsamans 23 málningar, størri og smærri, við einum summarligum dámi. Íblástur til fleiri málningar hevur Kári Svensson fingið í Norðoyggjum.
Tá framsýningin letur upp, sigur listarkvinnan, Sigrun Gunnarsdóttir, nøkur orð um Kára Svensson og list hansara, og Flóvin Viderø spælir og syngur nøkur løg.
Framsýningin er opin dagliga, eisini ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald