Uttanlands

Kavamet á Íslandi

Kavin lá ein metur tjúkkur

Mynd: TV 2 VEJRET

Mynd: TV 2 VEJRET

2018-12-04 08:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Norðari partur av Íslandi varð um vikuskiftið raktur av nógvum kava. Yvir fýra dagar kavaði so nógv, at man í aldrin hevur havt so nógvan kava har um leiðir í desember.

Kavaódnin stongdi næstan allar vegirnar uttanfyri Akureyri, og ógjørligt var at koma nakran veg í Norðuríslandi. Ei heldur bar til at byrja at rudda kavan fyrrenn í gjár.

Teir fýra dagarnar vórðu máldir 105 cm av kava. Hetta er mesti kavin, sum nakrantíð er máldur í Akureyri í einum desember mánað, og næst mesti kavin, sum nakrantíð er máldur, skrivar TV2. Í februar 2016 vórðu máldir 110 cm av kava.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder