Bretski kavarin Vernon Unsworth, sum luttók í bjargingararbeiðnum av teimum 12 tailendsku dreingjunum og venjara teirra, ið vóru innibyrgdir í einum helli fyrr í ár, ætlar nú at stevna stjóranum í Tesla, Elon Musk. Tað skrivar TV2.
Elon Musk kallaði nevniliga Unsworth fyri pedofil á Twitter, og tað vil kavarin ikki finna seg í.
- Vit eru við at vera klár at stevna fyri ærumeiðing, sigur advokaturin hjá Vernon Unsworth, L. Lin Wood, við CNN. Stevningin fer sum skilst til ein federalan dómstól í býnum Los Angeles um nakrar dagar.
Elon Musk bjóðaði at hjálpa til við bjargingararbeiðnum í Tailandi við at lata ein kavbát, men tað helt kavarin vera eitt PR-stunt. Hann bað tí Elon Musk um at "stinga kavbátin upp har, sum tað ger ilt" í einari samrøðu við CNN, og tað fekk so Elon Musk at kalla kavaran fyri ein "pedofýr" á Twitter.
Tweetini frá Musk eru tó strikað nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald