 
                
            FaroeDive: Síðani 2007 eru 19 fólk druknaði, sambært Hagstovu Føroya, og alsamt fleiri sløkkilið hava viðurkent, at tilbúgvingin innan hetta økið eigur at verða styrkt.
Sløkkilliðini í Klaksvík, Fuglafirði og Tórshavn hava gjørt íløgur í útgerð og útbúgving av tilbúgvingarfólki, soleiðis at átøk í samband við druknivanlukkur kunnu avgreiðast í teirra øki.
Í heyst verður aftur møguleiki hjá starvsfólkum í Føroysku Tilbúgvingini, at útbúgva seg innan kavaratilbúgvingina.
Á myndunum síggja vit eitt kavara-toymi frá Tórshavnar Sløkkiliðið arbeiða við ymiskum uppgávum, í samband við teirra útbúgving innan bjargingarkaving.. Kavararnir frá Tórshavnar Sløkkiliðið vóru Andras Hammer, Høgni Dam, Rógvi Danielsen og Martin Sivertsen.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/07/02/gallery-thumbnail/17199183169s5qq0mdky.webp)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald