Uttanlands

Kendur rappari ákærdur fyri harðskap í Svøríki

A$AP Rocky hevur sitið varðhaldsfongslaður í Svøríki í tríggjar vikur

2019-07-25 10:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ákæruvaldið í Svøríki hevur nú avgjørt at ákæra kenda amerikanska rapparan A$AP Rocky fyri harðskap. Tveir aðrir persónar verða eisini ákærdir.

Ákærin Daniel Sunesen sigur, at hann hevur valt at ákæra rapparan fyri harðskap, hóast talan var um sjálvverju og at rapparin var provokeraður, so var talan um harðskap frá hansara síðu.

A$AP Rocky hevur sitið varðhaldsfongslaður í Svøríki tann 3. juli. Hann verður ákærdur fyri at hava verið partur av einum bardaga úti á gøtuni í Stokkhólmi tann 30. juni. Rapparin var í Svøríki í samband við eina konsert.

Fleiri kendir tónleikarar, eitt nú Kanye West, Post Malone, Justin Bieber, Niski Minaj og Frank Ocean hava víst A$AP Rocky stuðul. Donald Trump hevur eisini heitt á svenska forsætisráðharran, Stefan Löfven, um at fáa rapparan leyslatnan. Hesum hevur Löfven sýtt fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder