Uttanlands

Kendur verjuadvokatur dripin í Oslo í gjárkvøldið

30 ára gamal norðmaður handtikin í málinum

2021-04-13 08:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 21-tíðina í gjárkvøldið hoyrdust sjey skot í einum húsum á Røa í vestara útjaðara av norska høvuðsstaðnum Oslo.

Fyrst varð boðað frá, at ein persónur var komin til skaða. Seinni í gjárkvøldið boðaði løgreglan frá, at ein persónur hevði latið lív.

Og í morgun frættist, at dripni maðurin er ein rættiliga kendur verjuadvokatur, 70 ára gamli Tor Kjærvik, skriva norskir miðlar, eitt nú NRK og VG.

Verjuadvokaturin fór um tey sjeyti í farna mánaði, og smbært VG hevði hann ætlanir um at minka um advokattvirksemi sítt.

Enn hevur løgreglan ikki latið upplýsingar um tilburðin, men kallað er inn til tíðindafundar um málið fyrrapartin.

Fleiri vitnir vóru til hendingina

Tor Kjærvik hevur í sínum virki sum verjuadvokatur arbeitt við fleiri drápsmálum, sum hava fingið nógva umrøðu í norskum miðlum.

NRK skrivar, at ein 30 ára gamal norðmaður er handtikin og avhoyrdur í málinum. 

placeholder
placeholder