Uttanlands

Kennir seg ikki tryggan í Stórabretlandi

Bretski Harry prinsur hevur stevnt bretsku stjórnina, sum noktar honum løgregluverju, tá hann vitjar í Stórabretlandi – eisini hóast hann hevur bjóðað seg til at rinda fyri tað

Harry prinsur, ið er yngsti sonur Charles prins, kennir seg ikki tryggan, tá hann vitjar í Stórabretlandi, sigur sakførari hansara (Mynd: EPA)

Harry prinsur, ið er yngsti sonur Charles prins, kennir seg ikki tryggan, tá hann vitjar í Stórabretlandi, sigur sakførari hansara (Mynd: EPA)

2022-02-19 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Harry prinsur, hertogafrúan Meghan og børn teirra eru á vitjan í Stórabretlandi, eiga tey at fáa verju frá bretsku løgregluni, heldur bretski prinsurin, sum hevur stevnt bretsku stjórnina.

Í 2020 segði prinsurin kongaliga heitið og apanasjuna frá sær og flutti til USA við familjuni, og tí hevur hann, sambært bretska innlendismálaráðnum, ikki rætt til verju frá løgregluni, sum er fíggjað av skattaborgarunum – heldur ikki um hann sjálvur rindar fyri tað.

Í USA hava Harry prinsur og hertogafrúan Meghan goldið fyri egnar lívverjar, men teir kunnu ikki brúkast í Stórabretlandi, tí teir ikki hava atgongd til fregnarupplýsingar, sum prinsurin heldur, at teir skulu hava fyri at kunna verja familjuna.

Málið snýr seg um, at prinsurin ikki kennir seg tryggan, tá hann er í Stórabretlandi, sigur sakførari hansara. Sakførarin hjá innlendismálaráðnum sigur tó, at tað sum heild ikki er møguligt at fáa sær løgregluverju umvegis privata fígging.

Bretska stjórnin heldur, at støða skal takast til verju áðrenn hvørja einstaka vitjan í staðin fyri, at familjan fær rætt til løgregluverju hvørja ferð, tey koma til Bretlands.

Málið byrjaði í september í fjør, eftir at Harry prinsur skuldi eitast at verið jagstraður av paparazzimyndafólkum, tá hann fór frá einum tiltaki í London. Tá hevði hann ikki løgregluverju.

Áðrenn hetta hevði prinsurin eisini tvær ferðir uttan úrslit roynt at fingið stjórnina at játta sær løgregluverju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder