Uttanlands

Kevin Spacey: Eg ætli mær ikki at gjalda fyri nakað eg ikki gjørdi

Kevin Spacey hevur givið filmsbrot út, har hann noktar at hava gjørt seg inn á ungan mann

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-25 17:24 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í gjár gav Kevin Spacey filmsbrot út, har hann á heldur undarligan hátt tykist royna at greiða frá, at hann er ósekur fyri ákærurnar um at hava gjørt seg inn á ungar menn. Í filmsbrotinum er hann í leiklutinum sum Frank Underwood, amerikanski forsetin í sendirøðini House of Cards. 

- Summi trúgva øllum og hava bara bíða eftir, at eg fór at viðganga alt, sigur hann og leggur afturat: 

- Men tú hevði ikki skundað tær til eina niðurstøðu uttan at kann allar sannroyndirnar, spyr hann síðani lurtarin. 

House of Cards hevur aftur í ár verði útgivið á Netflix, men hesa ferð varð Kevin Spacey ikki við, hóast hann hevur havt høvuðsleiklutin í øllum øðrum útgávum at sendirøðini. 

Skal fyri rættin í januar 
Í januar skal Kevin Spacey fyri rættin. Ákæran, sum hann skal svara fyri har, er um at hann skal hava keypt einum átjan ára gomlum drongi rúsdrekka og gjørt seg inn á drongin. Aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka í USA er 21 ár. 

Mamman hjá dronginum hevur verið frammi í almenninginum um hendingina. Hetta filmsbrotið kann síggjast á heimasíðuni hjá BBC.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder