Fríggjadagin 14. september fekk løgreglan í Keypmannahavn eina fráboðan um ein skottilburð á Nørrebro.
Dagin eftir er ein skottilburður í Ishøj, har tvey fólk verða skotin.
Síðan tá hava sjey skottilburðir afturat verið í danska høvuðsstaðarøkinum, níggju tilburðir í níggju dagar.
Seinasti tilburðurin var í gjárkvøldið í Ishøj, og nú hevur løgreglan í Keypmannahavn gjørt kanningarøki ymsa staðni í býnum.
Í hesum økjum hevur løgreglan loyvi at kropsransaka fólk og kanna akførini hjá teimum.
Hildið verður, at flestu tilburðirnir eru knýttir at einum innanhýsis stríði í einum banda, skrivar DR.
Løgreglan heldur, at skottilburðirnir og ein rúgva av álopum eru knýtt at einum banda, sum er farin í tvíningar.
Stríðið tók til við skottilburðinum á Nørrebro fyri góðari viku síðani, men løgreglan veit enn ikki, hvat orsøkin til stríðið er.
Løgreglan hevur í hesum døgum sett nógv fólk á Nørrebro. Talan er um bæði løgreglufólk í búna og løgreglufólk í sivilklæðum. Eisini hevur løgreglan í Keypmannahavn biðið ríkispolitiið um eyka hjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald