The Economist hevur aftur í ár gjørt ein lista yvir, hvørjir býir í øllum heiminum eru best at búgva í.
Í ár eru tveir evropeiskir býir í top 10, men eingin amerikanskur býur megnaði tað.
Á listanum, ið er gjørdur útfrá einari árligari spurnarkanning, eru 140 býir.
Fyri at meta um, hvørjir býir eru best at búgva í, verður m.a. hugsað um politiskt og sosialt støðufesti, kriminalitet, útbúgvingarmøguleikar, og hvussu lætt tað er at fáa læknahjálp.
Teir tíggju bestu býirnir eru hesir:
1. Wien, Eysturríki
2. Melbourne, Avstralia
3. Osaka, Japan
4. Calgary, Kanada
5. Sydney, Avstralia
6. Vancouver, Kanada
7. Tokyo, Japan
8. Toronto, Kanada
9. Keypmannahavn, Danmark
10. Adelaide, Avstralia
Niðast á listanum eru hesir:
131. Dakar, Senegal
132. Algiers, Algeria
133. Douala, Cameroon
134. Tripoli, Libya
135. Harare, Zimbabwe
136. Port Moresby, Papua Nýguinea
137. Karachi, Pakistan
138. Lagos, Nigeria
139. Dhaka, Bangladesj
140. Damaskus, Sýria.
Kriminalitetur, ótryggleiki, terrorisma og kríggj er grundin til, at hesir býir endaðu niðast á listanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald