Uttanlands

Kim Jong-un farin til Kina á toppfund

Ferðaðist í serbygdum toki til Beijing í nátt

Kim Jong-un og frú Ri Sol-ju við fráferðina í gjár á jarnbreytastøðini í Pyongyang (Mynd: EPA)

Kim Jong-un og frú Ri Sol-ju við fráferðina í gjár á jarnbreytastøðini í Pyongyang (Mynd: EPA)

2019-01-08 09:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, er farin til Kina har hann skal fundast við Xi Jinping, forseta.

Tað boðar norðurkoreanski statsmiðilin, KCNA, frá sambært fleiri altjóða tíðindastovum.

Kim Jong-un byrjaði ferðina til Beijing longu í gjár. Sambært KCNA er kona hansara og ein røð av embætismonnum við á ferðini.

Miðlar í Suðurkorea skrivaðu í gjár, at Kim Jong-un ferðast í einum serbygdum toki. Tíðindini kundu í gjár tó ikki váttast, hvørki úr Norðurkorea ella Kina. Vanliga ger Norðurkorea ikki viðmerkingar til slíkar fundir fyrr enn eftir at teir eru hildnir, skrivar Ritzau.

Kinesiska tíðindastovan váttar í dag, at ein fundur er avtalaður millum Kim Jong-un og Xi Jinping. Einki verður tó sagt um dagsskránna fyri fundin.

Sambært suðurkoreanskum miðlum fór Kim Jong-un tvørtur um markið til Kina í gjárkvøldið. Hetta hendi nærhendis býin Dandong.

Tokið væntaðist at vera í Beijing um middagsleitið í dag, lokala tíð – tað var um tvey tíðina í nátt, okkara tíð.

Hetta er fjórðu ferð at hesir báðir leiðararnir hittast. Fyrstu ferð var í marts í fjør – meira enn seks ár eftir, at Kim Jong-un tók yvir valdið frá pápa sínum.

Seinastu tíðina eru fleiri tekn um, at afturlatna stýrið í Norðurkorea er við at lata seg upp. Í juni í fjør var ein søguligur toppfundur í Singapore millum Kim Jong-un og amerikanska forsetan, Donald Trump.

Tá gjørdust teir báðir leiðararnir samdir um at arbeiða fram móti eini kjarnorkuavdubbing av Koreansku Hálvoynni.

Í nýggjársrøðu síni segði norðurkoreanski leiðarin, at hann er til reiðar at hitta Donald Trump aftur. Hann ávaraði samstundis forsetan móti at varðveita búskaparligu revsitiltøkunum móti landinum, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder