placeholder
Uttanlands

Kim Kielsen roynir at skipa nýggja samgongu

Samgongan í Grønlandi er slitnað, tí Partii Naleraq m.a. ikki góðtekur uppíblandingina hjá danska statinum um nýggjan flogvøll

Kim Kielsen, landsstýrisformaður

Kim Kielsen, landsstýrisformaður

2018-09-10 09:18 Author image
Oda Strøm
placeholder

Flokkurin Partii Naleraq fór úr samgonguni í Grønlandi seinnapartin í gjár, skriva KNR og Sermitsiaq

Kim Kielsen, landsstýrisformaður, heldur tó fram sum landsstýrisformaður og roynir nú at skipa nýggja stjórn. 

Sum skilst er tað m.a. verkætlanin um nýggjan flogvøll, sum hevur elvt til, at Partii Naleraq fór úr samgonguni.

Tað er nevniliga eisini danska luttøkan í verkætlanini um nýggjan flogvøll, sum er á skránni, tá ið danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og Kim Kielsen skulu møtast í Nuuk mánadagin. 

Danska stjórnin hevur áhuga í verkætlanini um nýggjan flogvøll, tí kinverjar eru blivnir góðkendir til at bjóða uppá byggingina, og tað ørkymlar danskarar. 

- Vit kunnu ikki byggja múrar móti heiminum. Men vit mugu samstundis ikki vera naiv. Vit verða noydd at fyrihalda okkum til møguligar vandar við útlendskum íløgum, segði Lars Løkke Rasmussen um málið í mai mánað sambært DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder