Mentan

Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingarsavn

Føroysk bók hevur vunnið hendan heiðurin, sum er latin fyri umsettar bøkur - hendan er úr føroyskum til enskt.

2026-11-04 07:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kim Simonsen hevur vunnið eina amerikanska virðisløn fyri yrkingarsavnið "Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum".

Útgávan kemur út á enskum nú í november, men longu áðrenn útgávuna hevur bókin fingið eina sterkt viðmæli frá amerikanska rithøvundinum Christopher Merrill. 

Sjóvar kommuna greiðir á heimasíðu sínari frá, at Merrill er rithøvundur og hevur skrivað bókina Flares. Hann hevur eisini staðið á odda fyri rithøvundaskúlanum International writing program við University of Iowa, sum er ein tann mest týðandi rithøvundaskúlin í heiminum.

Bókin hevur vunnið amerikansku virðislønina "The Cliff Becker book prize in translation" sum verður latin fyri umsettar bókmentir.

Tað er Randi Ward, sum hevur týtt savnið úr føroyskum til enskt av Randi Ward.

Á bakpermuni skrivar Christopher Merrill, sambært sjovar.fo:

- Við ásannanini hjá Anaximander um, at ‘alt, ið doyr, vendir aftur til tað frumevnið, sum tað spratt úr’ skapar Kim Simonsen eina stórbæra meditatión um havið, sæð gjøgnum deyðan hjá siglandi pápanum. Føroyski yrkjarin, kuratorurin og granskarin hevur snildisliga bundið saman gerandisligar smálutir, broytingar í veðrinum og rørslur í havinum við størri tilveruligar spurningar, á einum máli, sum bæði er knapt og miskunnarleyst. Í náttúrunnar ringrásum skapar hann ‘søguna um aldurnar og náttina.’ Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum er ikki bara eitt strálandi íkast til frøðibókmentirnar, men eisini ein nýggjur máti at lesa landslagið og havlandsøkið í okkara egna lívi.”

Kim Simonsen hevur seinnu árini fingið altjóða gjøgnumbrot við yrkingum, útgávum og upplestrum.

Í oktober var hann gestur á Minsheng-listasavninum í Shanghai, har umleið 9.600 fólk fylgdu einum upplestri á netinum. Stutt eftir varð avtala gjørd um kinesiska útgávu av tveimum av bókum hansara í 2028.

Útgávan hjá White Pine Press verður sostatt enn eitt stig í altjóða ferðini hjá føroyskum bókmentum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder