Uttanlands

- Vit skulu trýsta Russland í størri mun

Mette Frederiksen er framvegis ørg um, at ovastu leiðararnir í Noreg og Finnland fóru frá evropeiska samstarvinum og ringdu til Putin. Forsætisráðfrúan vil heldur ikki svara uppá spruningin, hvørt hon er koyrd á.

Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

2026-11-03 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg dugi ikki at síggja, at Russland roynir at fáa nakran frið yvirhøvur. Tvørturímóti síggja vit fleiri blóðug álop seinastu dagarnar, umframt hybridkríggið, sum gongur fyri seg í Evropa.

Soleiðis segði Mette Frederiksen, tá hon á "door-step" tíðindafundi á Christianborg svaraði uppá spurningar frá miðlunum.

Hetta var eftir, at forsætisráðfrúan hevði svarað uppá spurningar í tingsalinum.

Stóra søgan frá seinastu viku, um at Jonas Gahr Støre og Alexander Stubb, stjórnarleiðararnir í ávikavist Noreg og Finnlandi, fylti sjálvandi nakað.

Mette Frederiksen er framvegis firtin um framferðarháttin hjá samstarvsfeløgunum í Norðanlondum. Hon vísti á, at Norðanlond og Evropa sum heild noyðist at standa saman móti Russlandi.

- Tað mest týðandi, í mun til Russland, er at vit vilja vinna hetta kríggið. At sláa fast at Russland ikki skaldrepa evropearar og halda fram at upprusta.

Sum heild er neyðugtat " at trýsta Russland í nógv størri mun", helt danski leiðarin fyri. Hetta við at ikki hava handilsavtalur og annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder