Í Tórshavnar kommunu er fatanin, at kioskin ikki hóskar inn í umhvørvið í Steinatúni í dag. Økið er broytt nógv seinastu tíðina og býarmyndin er vorðin ein onnur. Sum framhald av verkætlanini í Steinatúni verður nú nýtt bussskýli framleitt og sett upp í næstum. Nýggja bussskýlið er staðsett á torginum frammanfyri høvuðsbygningin og liggur tætt upp at kioskini, sum als ikki fara at hóska saman, bæði tá hugsað verður um útsjónd og skap.
Bygningurin stendur framvegis tómur uttan virksemi í dagtímunum, og skapar hetta ikki nógv býarlív í gøtuni, og hevur tað víst seg at bera illa til at fáa kioskvirksemi at virka í miðbýnum, nú fleiri handlar og matstovur eru komnar um somu leiðir. Einki søguligt ella byggilistarligt virði er í kioskini, tískil mælti umsitingin til at taka kioskina niður og at leggja flísar á, har kioskin stendur.
Verkætlanin “Steinatún” verður annars framd í trimum byggistigum, og er ætlanin at taka virksemið, sum er í kioskini, við í heildarætlanina fyri Steinatún, tá farið verður at skipa triðja og seinasta byggistigið í verkætlanini. Seinasta byggistig fevnir um bygningarnar og økið hinumegin hálvtakið og býartorgið, sum er verkætlan sett í gongd, skrivar Tórshavnar kommuna.
Í gjárkvøldið samtykti býráðið einmælt at taka kioskina niður.
Innanlands
Kioskin í Steinatúni verður tikin niður
Býráðið samtykti at taka kioskina niður í gjárkvøldið
Mynd: Tórshavnar kommuna
2018-08-31 09:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald