2018-08-24 10:20
Ætlanin er, at rennibreytin og fótbóltsvøllurin verða liðug í 2019. Rennibreytin lýkur øll neyðug krøv. Eyka fótbóltsvøllurin verður á stødd við ein vanligan fótbóltsvøll, sum ger, at umstøðurnar rundanum ítróttarøkið gerast alsamt betri og rúmligari.
Signhild V. Johnannesen, forkvinna í mentanarnevndini, fegnast um, at sáttmálin nú er undirskrivaður. Hon vísir eisini á tað neyðuga, at byggingin leggur upp fyri víðari útbygging av svimjihøllini, soleiðis at ítróttarøkið í Klaksvík verður ment sum ein heild, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.
Í næstum verður spakin settur í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald