
Klaksvíkar Kommuna hevur fyrrapartin boðað frá, at Klaksvík og Skt. Pætursborg hava gjørt avtalu um at gerast vinarbýir eftir samskifti í eina tíð.
Klaksvíkar Kommuna lýsir Skt. Pætursborg sum ein týðandi bý í Russlandi, sum er ein av størstu marknaðum hjá Føroyum fyri fisk og laks. Klaksvík sær stórar møguleikar í tøttum samstarvi við býin viðvíkjandi hesum. Klaksvíkar Kommuna skrivar, at hetta eisini er ein liður í ætlanunum hjá meirilutanum í býráðnum um, at menna samstarv við býir sum geva serligar møguleikar fyri vinnulívið og fiskivinnuna.
Tað búgva áleið fimm milliónir fólk í Skt. Pætursborg, ið harvið er næststørsti býur í Russlandi eftir Moskva. Í umleið 200 ár var býurin høvuðsstaður í Russlandi. Eitt skifti í 20. øld hevði býurin almenna navnið Leningrad, men í 1991 fekk býurin gamla navnið aftur. Skt. Pætursborg er heimstaður hjá russiska forsetanum Vladimir Putin.
Á heimasíðuni boðar kommunan frá, at Klaksvík serliga fer at hava samband við býarpartin Pushkinsky, og ætlanin er at samstarva innan vinnu, mentan og ítrótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald