2021-04-27 10:46
Í gjár hittust Heðin Mortensen og Karl Johansen, borgarstjórnarnir í ávíkavist Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu.
Orsøkin var, at Klaksvíkar kommuna er í eini tilgongd at skipa eitt forskúlatilboð, og í tí sambandi var ein arbeiðsbólkur við millum annað borgarstjóranum í høvuðsstaðnum í gjár.
Har greiddu umboð fyri Tórshavnar kommunu frá, hvussu kommunan hevur skipað forskúlatilboð, og júst hví tað er skipað á tann hátt, ið tað er. Framløga var um, hvussu forskúlin er skipaður og um eftirmetingar av skipanini, skrivar torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald