Klipp í kortið: Tveir bilførarar koyrdu ov skjótt

Løgreglan skrivaði eisini út bøtur til bilførarar, sum tosaðu í telefon

2023-04-25 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið í gjár fyri at koyra ov høgari ferð.

Løgreglan gjørdi kanningar í Kaldbaksbotni og í Kollafjarðartunnlinum. Ferðin á hesum báðum bilunum varð máld til 108 og 113 kilometrar um tíman.

Løgreglan var eisini í Vágum og gjørdi kanningar. Her var trupulleikin, at bilførarar tosaðu í telefon meðan tey koyrdu. Tríggir bilførarar verða nú revsaðir við bót. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder