Uttanlands

Kofi Annan deyður av elli

Fyrrverandi aðalskrivarin í Sameindu Tjóðum er deyður 80 ára gamal. Kofi Annan vann Nobel prís fyri friðararbeiði.

Kofi Annan í samrøðu við CNN Kelda: Facebook

Kofi Annan í samrøðu við CNN Kelda: Facebook

2018-08-18 13:05 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Kofi Annan, sum í tvær setur, frá 1997 til 2006, røktaði sessin sum aðalskrivari í ST doyði í morgun á einum sjúkrahúsi í Sveis, 80 ára gamal. 

Kofi Annan var tann fyrsti myrki afrikanarin, sum var aðalskrivari í ST. Í 2001 varð Nobel friðarheiðurslønin deild ímillum Kofi Annan og ST. Kofi Annan fekk heiðurslønina fyri at hava kveikt ST og arbeitt fyri mannarættindum. Í grundgevingunum varð eisini nevnt, at hann hevði lagt serliga orku í at arbeiða fyri at steðga HIV-smittuni í Afrika og at hann hevði arbeitt ímóti altjóða yvirgangi. 

Eftir at Kofi Annan fór frá sum ST-aðalskrivari, stovnaði hann Kofi Annan Stovnin, sum arbeiddi fyri altjóða menning. (EN: International Development) Hann var eisini valdur av ST at leiða teirra arbeiði fyri at steðga krígginum í Sýria. 

Kofi Annan, sum upprunaliga var úr Ghana, búði síni síðstu ár í Sveis saman við konuni, sum eisini var hjá honum tá hann andaðist í morgun. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder