Uttanlands

Kofi Annan heiðraður av statsleiðarum og politikarum kring heimin

Hetta siga m.o. Angela Merkel, Barack Obama, og Theresa May um Kofi Annan

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-08-18 22:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

 

Eftir at hava frætt tíðindini um deyða Kofi Annans, hava fleiri statsleiðarar og altjóða politikarar úr øllum heiminum heiðrað hann.

"Hann gavst ongantíð við at stremba eftir einari betri verð," sigur fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama í skrivi.

Týski ríkiskanslarin, Angela Merkel hevur sýnt samkenslu, og rósti millum annað Kofi Annan fyri at skapa ágrýtni, serliga hjá teimum ungu.

"Hann gav mær og nógvum øðrum íblástur við sínum hugskotum, meiningum og karisma," sigur Agela Merkel í skrivi.

Kofi Annan las bæði í Ghana, USA og Sveis og hevði sum ST-diplomatur allan heimin sum sítt arbeiðspláss.

"Kofi Annan var sonur av Ghana og kendi eina serliga ábyrgd fyri Afrika. Hann var serliga upptikin av afrikanskum menningararbeiði og djúpt upptikin av nógvum tiltøkum, m.a. sum formaður fyri the African Progress Panel og sum fyrrverandi leiðari fyri the Alliance for a Green Revolution in Africa (AGRA)," skrivar familjan hjá Kofi Annan.

Bretski forsetisráðharrin, Theresa May takkar Kofi Annan fyri hansara diplomatiska arbeiði.

"Hann brúkti nógva orku uppá at gera tann heimin, hann er farin frá, til ein betri heim, enn tann, sum hann varð føddur í. Eg hugsi um og havi samkenslu við familju hansara," skrivar Theresa May á Twitter.

Eisini Nato aðarskrivarin Jens Stoltenberg hevður viðmerkt tíðindini um deyða Kofi Annans.

"Blíða lyndi hansara eigur ikki at verða sæð sum tekin um veikleika. Annan prógvaði, at tað ber til samstundis at vera stórur vælgerari og sterkur leiðari," skrivar Jens Stoltenberg á Twitter. 

Verandi ST aðalskrivari António Guterres sigur soleiðis:

"Tað er við djúpari sorg, at eg havi fingið boðini um deyða Kofi Annans. Í stóran mun var Kofi Annan ST. Hann arbeiddi seg allan vegin upp og førdi at enda ST inn í nýggju øldina við størstu virðing og áræði," skrivar Guterres í almennum skrivi.

Hann leggur afturat:

"Eins og mong onnur var eg errin av at kunna rópa Kofi Annan góða vin mín og mentor."

Kofi Annan var fyrsti svarti afrikanarin, sum varð valdur aðalskrivari í ST. Eisini vann hann friðarheiðursløn Nobels í 2001. Hann gjørdist 80 ára gamal og eftir hann sita kona og trý børn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder