Innanlands

KOKS skal út um ein mánað

Sum nú er, vil Yvirfriðingarnevndin ikki leingja undantaksloyvi hjá Michelin-matstovuni. 1.233 yvirskriftir eru samlaðir ímóti hesum

KOKS hevur heimstað Frammi við Gjónna til 1. september - Mynd: Ólavur Frederiksen

KOKS hevur heimstað Frammi við Gjónna til 1. september - Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-07-31 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nakað meira enn eitt ár hevur KOKS, ið fekk sína seinnu Michelin stjørnu fyrr í ár,  havt heimstað Frammi við Gjónna við Leynavatn. Men sum støðan er nú, verður hetta ikki leingi afturat: 1. septmeber gongur undantaksloyvi úr.

Kringvarpið skrivar, at Gist og Vist, sum eigur matstovuna, hevur søkt um, at fáa longt undantaksloyvi. Felagið ynskir, at fáa tað fram til nýggj høli eru funnin ella bygd til víðagitnu matstovuna, men sum skilst hevur Yvirfriðingarnevndin sýtt fyri at leingja undantaksloyvi. 

Tað fer eitt stríð fram ímóti hesum, tí undirskriftir verða í løtuni savnaðar í einari roynd at sannføra yvirfriðingarnevndina um, at matstovan skal sleppa at halda fram við Leynavatn.

Sambært heimasíðuni hjá KVF, hava 1.233 fólk higartil skrivað undir mótmælisskrivi, ið Høgni Sigrunarson Reistrup hevur tikið stig til. Undirskriftirnar verða eftir ætlanini handaðar Yvirfriðingarnevndini 26. august, og spurningurin er, um hetta er nóg mikið til at syrgja fyri, at KOKS verður verandi.

KOKS byrjaði á Hotel Føroyum. Í 2016 flutti serstaka matstovan til Kirkjubøar og í fjør til Leynavatn. 

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder