2018-09-05 08:54
Áhugi er í at byggja í Saksun, og tí fer Sunda kommuna nú at arbeiða við at fáa seks nýggj grundstykki til vega.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur við Kringvarpið, at kommunan hevur fingið umsókn um at byggja sethús, og tí eru 450.000 kr. játtaðar til verkætlanina í ár.
Í fyrstu atløgu er talan um at keypa lendi frá øðrum bóndanum í Saksun, og til at gera veg.
Borgarstjórin sigur, at arbeiðið at útstykkja verður boðið út tá øll formlig loyvi eru komin. Hetta væntar hann verður uppá pláss heilt skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald