
Í gjár gjørdu Tórshavnar kommuna og fótbóltsfelagið FC Hoyvík avtalu um, at Tórshavnar kommuna pr. 1. oktober í ár yvirtekur sonevnda Fram-húsið á Gundadalsvegi 8.
Fyri fýra árum síðani flutti FC Hoyvík sítt virksemi til Hoyvíkar, og hava tey nú Hoyvíksvøll sum heimavøll.
Í løtuni verður gjørd ein fyribils lon við Hoyvíksvøll, ið verður tikin í nýtslu í heyst. Hendan hevur nakrar grundleggjandi hentleikar.
Í ætlanini liggur eisini at Tórshavnar kommuna innan 2024 fer undir gerð av einum framtíðar ítróttahúsi á vestursíðuni á Hoyvíksvølli.
Økið fram við Gundadalsvegnum á síðursíðuni av uppruna fótbóltsvøllinum í Gundadali, har B36, Fram og HB høvdu felagshús skal ruddast sambært ætlanunum fyri Tórsvøll.
Umboð fyri kommununa og FC Hoyvík. Frá vinstru Janus M. Joensen, nevndarlimur, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevndini, Johnny Djurhuus, nevndarlimur, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Svanhilda Lervig, forkvinna og Ragnar Mouritsen, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald