![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt frágreiðing, har tikið verður samanum kommunalu roknskapirnir. Niðurstøðan er, at næstan allar kommunurnar eru fíggjarliga væl fyri. Bert fimm teirra hava nettoskuld, sum er omanfyri eina hálva skattaálíkning.
- Við árslok 2017 var bruttoskuldin hjá kommununum 1,1 mia. kr. Nettoskuldin var 127 mió. kr. og sostatt manglar lítið í, at nettoskuldin verður burtur. Hetta merkir m.a., at kommunurnar í dag samanlagt hava rásarúm til økja nettoskuldina við umleið 2 mia. kr., áðrenn tær røkka skuldarmarkinum á 23% av eini persónsskattaálíkning, skrivar fíggjarmálaráðið millum annað á heimasíðuni hjá sær.
Les alla frágreiðingina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald