Innanlands

Kommunurnar vraka helst uppskotið

Líkt er til, at tað framvegis er langt millum partarnar í ósemjuni millum kommunala arbeiðsgevarafelagið og pedagogfelagið

2021-05-31 14:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fer kommunala arbeiðsgevarafelagið at koma við almennari fráboðan um hvat felagið hevur svarað Pedagogfelagnum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur í farnu viku viðgjørt skrivið, tey fingu frá Føroya Pedagogfelag eftir at pedagogarnir vrakaðu semingsuppskotið frá semingsstovninum.

Men sum skilst er framvegis langt millum partarnar, og útlitini til at semja fæst millum partarnar eru smá.

Portalurin skilir, at kommunurnar fara at vísa mótuppskotinum frá pedagogunum aftur, tí felagið ikki kann ganga við til krøvini, sum koma fram í skrivinum.

Væntandi frættist meira um hetta seinni í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder