Innanlands

Kommunustjóraskifti á Tvøroyri

Jónleyg Jespersen Bech tekur við aftur sum kommunustjóri eftir at hava verið í farloyvi í tvey ár

Jónleyg Jespersen Bech og Henrik Weihe Joensen (Mynd: tvk.fo)

Jónleyg Jespersen Bech og Henrik Weihe Joensen (Mynd: tvk.fo)

2018-08-16 15:22 Author image
Oda Strøm
placeholder

Jónleyg Jespersen Bech tekur nú við aftur sum kommunustjóri á Tvøroyri, skrivar Tvøroyar kommuna á heimasíðuni. Jónleyg hevur síðani 1. august 2016 verið í farloyvi í sambandi við víðari lestur í Danmark.

Hesi seinastu tvey árini hevur Henrik Weihe Joensen røkt starvið sum kommunustjóri á Tvøroyri sum avloysari fyri Jónleyg Jespersen Bech.

Jónleyg Jespersen Bech er 40 ára gomul og er útbúgvin MSc í kultursosiologi. Jónleyg hevur 16 ára starvsroyndir í kommunalari umsiting harav átta ár sum kommunustjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder