2021-01-30 09:01

- Tað gongur væl at bora Dalstunnilin, sigur Fríðrik Heinesen, verkætlanarleiðari hjá Landsverki.
Nærum 100 metrar eru boraðir, og ferð er komin á arbeiðið. Væntandi eru 400 metrar boraðir tá vit nærkast summarinum. Men so verður heldur ikki borað meira fyri í ár, tí tá er játtanin nevniliga brúkt.
Við núverandi játtan og gongur so væl, sum tað ger nú, klára vit 400 metrar um árið. Vóru 20 milliónir á játtanini árliga, so kláraði man 700 metrar, og hevði arbeitt alt árið, greiðir Fríðrik Heinesen frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald