Kona ein av ríkastu monnunum í Noregi er horvin.
Talan er um 68 ára gomlu Anne-Elisabeth Falkevik Hagen, ið er gift Tom Hagen, ið er milliardingur.
Tað eru 10 vikur síðani, at hon hvarv, men norska løgreglan hevur einki sagt um málið fyrr enn í dag.
Løgreglan heldur, at onkur hevur rænt kvinnuna fyri at fáa loysigjald.
Brotsmenninir krevja loysigjald í talgildum gjaldoyra og hótta við, at okkurt verður gjørt við kvinnuna, um familja hennara ikki ger eftir boðunum.
Løgreglan hevur heitt á familjuna um ikki at gjalda loysigjaldið enn.
Løgreglan heldur, at Anne-Elisabeth Falkevik Hagen varð tikin úr heimi sínum í Lørenskog um morgunin ella fyrrapartin 31. oktober.
Løgreglan hevur enn ongar ábendingar funnið um, at kvinnan enn er á lívi, men tey leggja dent á, at tey heldur ikki hava funnið nakað, sum bendir á, at hon er deyð.
Tom Hagen og børn hansara heita á brotmenninir um at seta seg í samband við tey, so tey kunnu finna útav, um hon enn er á lívi, og um hon hevur tað gott.
Enn veit løgreglan ikki, hvør kann standa aftanfyri hesum, ella hvar Anne-Elisabeth Falkevik Hagen kann vera í løtuni, tey vita heldur ikki, um hon enn er í Noregi, ella um hon er stødd uttanlands, skrivar TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald