Uttanlands

Kongaligu tvíburarnir fylla 8 í dag

Mamman hevur sent út nýggjar myndir av Vincent og Joesphine

(Mynd: HKH Krúnprinsessan / kongehuset.dk)

(Mynd: HKH Krúnprinsessan / kongehuset.dk)

2019-01-08 11:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er tvífaldur barnaføðingardagur í kongshúsinum í dag, nú kongaligu tvíburðarnir Vincent prinsur og Josephine prinsessa fylla 8 ár.

Í hesum sambandi hevur kongshúsið sent út nýggjar myndir av føðingardagsbørnunum, sum mamma teirra hevur tikið.

Fulla navn tvíburanna er Vincent Frederik Minik Alexander prinsur og Josephine Sophia Ivalo Mathilda prinsessa. Tey vórðu fødd á Ríkissjúkrahúsinum, har Vincent prinsur sá dagsins ljós ein hálvan tíma innan systirin.

Tvíburarnir búgva á Amalienborg saman við foreldrum sínum og tveimum eldri systkjum, Christian prinsi, sum er 13 ár og Isabella prinsessu, ið er 11.

Kongaligu tvíburarnir ganga í 1. flokki í einum fólkaskúla í Hellerup.

Herundir nakrar myndir tá tey vitjaðu í Føroyum í summar. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder