Uttanlands

Kongo: 358 ebola-tilburðir skrásettir

Tað er trupult hjá hjálparfelagsskapum at sleppa framat at hjálpa

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-11-18 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

358 ebola-tilburðir eru nú skrásettir í Kongo, og talið av deyðum veksur.

Síðan august hava 213 fólk latið lív. Tað er torførst hjá hjálparfelagsskapum at sleppa framat at hjálpa teimum sjúku orsakað av krígnum í landinum.

Felagsskapir sum Læger Uden Grænser, Reyði Krossur og WHO vóru fyri fleiri vikum síðani noydd at gevast við hjálpararbeiðnum fyribils.

Fríggjadagin royndi ein bólkur av vápnaðum fólki at leypa á ST-hermenn í býnum Beni í eystara partinum av Kongo.

Sambært DR varð álopið framt nær við einum ebola-bjargingardepli og nær við teimum gistingarhúsunum, har ein stórur partur av hjálparfólkunum búðu.

Sambært WHO er vandi fyri, at ebola-smittan eisini kemur til Uganda og Rwanda.

Les eisini: Kongo: Tveir ebola-sjúklingar eru vorðnir frískir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder