Tvey fólk í Kongo, ið hava fingið viðgerð fyri ebola, eru vorðin frísk.
Í løtuni royna myndugleikarnir at staðfesta, um nýggi roynarheilivágurin, tey hava fingið, hevði ein avgerandi leiklut.
Í løtuni verða royndir gjørdar við fimm sløgum av heilivági, skrivar DR.
Fólkini, ið eru blivin frísk, hava fingið heilivág, ið verður nevndur mAb114. Tilsamans tíggju fólk hava fingið hendan heilivágin, ið er gjørdur við hjálp frá einum persóni, ið yvirlivdi ebola-sjúkuna í 1995.
Hinar fýra viðgerðirnar, ið verða royndar í løtuni, eita ZMapp, Remdesivir, Favipiravir, og Regn3450-3471-3479.
Ebola, ið spreiðist gjøgnum kropsvætu, kann verða lívshættislig í 90 prosent av tilburðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald