2018-09-07 13:04
Sunnukvøldið fær Keldan í Skálafirði vitjan av einum fyrrverandi semi-finalisti í sendingini The voice í Australia. Talan er um Fatai Veamatahau.
Fatai er ættað úr Tonga, men uppvaksin í Melbourne, Australia. Hon hevur fingist við tónleik frá barni av og framførdi fyrstuferð, sum einans 7 ára gomul. Hon var semi-finalistur í fyrstu sesong av The Voice í Australia og gjørdist eftir hetta partur av Mercury Records. Hon býr í dag í Illinois, Amerika og syngur dagliga fyri stórum mongdum av fólki.
Hon kemur einsamøll til føroya við gittara sínum og hevur konsert sunnukvøldið 9. september í Kelduni í Skálafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald