Í næstu viku verða tvær konsertir við siðbundnum føroyskum tónleiki og nýkomponeraðum tónleiki millum annað av Sunleif Rasmussen.
Sangbólkurin Theatre of Voices við Paul Hilliard sum leiðara og blokkfloytuleikarin Michala Petri fara at hava verkstovu saman við Kingobólkinum í Tjørnuvík. Tey fara at hava tvær konsertir, har Estiskur, Danskur, Føroyskur, Íslendskur og Grønlandskur tónleikur er á skránni. Á konsertini fara tey bæði at syngja og spæla saman og hvør fyri sær - alt eftir hvat tey finna út av á verksstovuni. Á skránni er eisini nýtt verk av Sunleif Rasmussen og hann verður eisini við á verkstovuni.
Konsertin er partur av verkætlan har tónleikararnir samarbeiða við lokalum tónleikarum í Norðanlondum.
Konsertin í Tjørnuvíkar kirkju mikudagin 31. juli. Hósdagin 1. augustverður konsert í Hoyvíkar kirkju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald