Uttanlands

Konservativi flokkurin skal atkvøða um misálit á Theresu May

Orsøkin til ónøgdina er Brexit-støðan

Theresa May, forsætisráðharri í Stórabretlandi

Theresa May, forsætisráðharri í Stórabretlandi

2018-12-12 12:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Konservativi flokkurin í Bretlandi skal nú atkvøða um misálti á Theresu May, forsætisráðharra. Í minsta lagi 48 tjóðartingslimir hjá Konservativa flokkinum stuðla atkvøðu um misálit á konservativa forsætisráðharran, og hetta er meiri enn tey 15 prosentini, sum eru neyðug til at atkvøðast skal.

Atkvøðan um misálit verður hildin í annaðkvøld. Tapir Theresa May atkvøðugreiðsluna skal hon frá sum forkvinna í Konservativa flokkinum í Stórabretlandi, og allarhelst eisini sum forsætisráðharri. Konservativi flokkurin hevur 315 limir, og tí krevst 158 atkvøður fyri at misálit verður.

Orsøkin til ónøgdina í flokkinum hjá forsætisráðharranum er handfaringin av úrlimanini hjá Bretlandi úr ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder