Uttanlands

Koppingarevni frá Johnson & Johnson til Danmarkar mikudagin

Danir fáa nú fyrstu sendingina við koppingarevni frá Johnson & Johnson – Í mun til hini trý, sum eru brúkt í Danmark, er bert neyðugt við einum skamti per persón fyri at geva fulla verju

2021-04-12 16:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni fær Danmark fyrstu sendingina við koppingarevni frá Johnson & Johnson, og sostatt fáa danir eitt fjórða koppingarevni fyri koronu, boðar Statens Serum Institut frá.

Tey koppingarevni, sum Danmark hevur fingið frammanundan eru koppingarevnini frá Pfizer/BioNTech, Moderna, og AstraZeneca (hetta seinasta verður tó ikki brúkt í Danmark í løtuni).

Talan er um eina sending við 38.400 skamtum av koppingarevni, sum eftir ætlan kemur mikudagin. Upprunaliga skuldi hendan sendingin ikki verið komin fyrr enn í komandi viku, men hon er nú framskundað.

Í mun til hini koppingarevnini fyri koronu, sum Danmark hevur tikið í brúk, er bert neyðugt við einari koppseting í staðin fyri tvær. Koppingarevnið hjá Johnson & Johnson gevur 67 prosent verju.

Fríggjadagin kom fram, at evropeiski heilivágsstovnurin (EMA) er í ferð við at kanna fýra tilburðir av óvanligum blóðtøppum hjá persónum, sum hava fingið koppsetingina hjá Johnson & Johnson.

Ein av hesum tilburðunum var hjá einum royndarpersóni, tá koppingarevnið varð kannað. Av hesum fýra persónunum, sum fingu blóðtøpp, er ein deyður. Enn er tó ikki greitt, um nakað samband er millum koppsetingina og blóðtøpparnar.

Sambært Ritzau segði EMA einki um, hvussu nógv eru blivin koppsett við koppingarevninum hjá Johnson & Johnson.

Gjøgnum ES hevur Danmark tryggjað sær 8,2 mió. skamtar av koppingarevni frá Johnson & Johnson. Tað er ein triðingur av øllum koppingarevninum, sum Danmark hevur bílagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder