Innanlands

Koppseta aftur hósdagin

6.500 skamtar av vaksinu frá Pfizer/BioNTech kemur mikudagin. Slakur helmingurin fer til at koppseta fólk, sum hava fingið fyrra prikið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-03 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin kemur nýggj sending við 6.500 skamtum av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech. Koppsetingin verður tikin uppaftur hósdagin á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Sjúkrahúsverkið hevur fingið váttað, at nýggj sending við koppingarevni kemur til landið seinnapartin mikudagin. Talan er um stóra nøgd hesaferð, tilsamans 6.500 skamtar.

Slakur helmingurin av koppingarevninum fer til at koppseta fólk, sum hava fingið fyrra prikið. Hin helmingurin fer til fyrru koppseting.

Øll, sum eru 55 ár og eldri, kunnu bóka tíð til koppseting.

Higartil hava 27,2 prosent av fólkatalinum fingið fyrra prikið meðan 10,9 prosent hava fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder