Mentan

Kór úr Akureyri í Christianskirkjuni

Sunnukvøldið fer kórið úr Akureyrar kirkju í Íslandi at framføra

(Mynd: Folkakirkjan.fo)

(Mynd: Folkakirkjan.fo)

2022-08-13 16:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, sunnudagin 14. august klokkan 20, verður konsert í Christianskirkjuni við Kirkjukórinum úr Akureyrar kirkju í Íslandi.

Kórið fer í høvuðsheitum at framføra kirkjuligar kórsatsir, umframt onkrar fosturlandssangir. Kórið syngur eisini tveir føroyskar sangir, m.a. "Tú alfagra land mítt" og "Summarkvøld", skrivar Fólkakirkjan.

Kórleiðari er Sigrún Magna Þórsteinsdóttir. Hon hevur útbúgving frá m.a. musikskúlanum á Akureyri og Reykjavík, Íslendska kirkjumusikskúlanum og á Kongaliga Musikkonservatorium í Danmark. Hon hevur verið organistur og kórleiðari í Keypmannahavn, og er nú organistur og kórleiðari við Akureyrar kirkju og í Möðruvallaklaustur Kirkju.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder