Innanlands

Koronukanningar: Ein dýr vika higartil

Mánadagin og týsdagin vórðu samanlagt beint undir 8.000 kanningar gjørdar. Harvið hevur tað kostað landskassanum væl omanfyri eina millión higartil hesa vikuna. Eingin er innagdur við koronu í Føroyum. Tilmæli um PCR-kanningar verður broytt 1. februar

2022-01-27 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein mánaða fara øll koronutilmæli úr gildi í Føroyum. Spurningurin er so hvussu verður við kanningum fyri koronu - um hesar til dømis verða lagdar inn til kommunulæknar.

Tað er í øllum førum greitt, at tað ikki kann haldast fram við núverandi leisti leingi afturat. Føroyingar lata seg dúgliga kanna við PCR-kanning, og bara teir báðar fyrstu dagarnar hesa vikuna - mánadagin og týsdagin - vórðu 7.940 slíkar kanningar gjørdar. 

Sjúkrahúsverkið hevur upplýst, at hvør kanning, sum verður gjørd á teirra kanningarstøðum, kostar umleið 200 krónur. Harvið hevði tað kostað landskassanum beint undir 1,6 milliónir, um allar hesar kanningarnar vórðu gjørdar á Sjúkrahúsverkinum. Nakrar eru tó gjørdar við landamarkið og hjá privatu kanningarstovuni Thetis, og hesar hava fólk sjálvi rinda fyri.

Tó kann tað sigast við ógvuliga stórum sannlíkindi, at tað hevur kostað Sjúkrahúsverkinum, og harvið landskassanum, nakað yvir eina millión at kanna fólk fyri koronu, ið ikki longur verður roknað sum "hóttandi sjúka", uppá bara tveir dagar. Játtin fyri koronuhandfaring fyrsta ársfjórðing í 2022 er uppi um ikki so langa tíð. 

Les eisini: Knapt 20 prosent av fólkatalinum testað positiv síðani 1. januar

Talið av kanningum fyri mikudagin er helst eisini høgt. 10.548 kanningar hava víst positivt úrslit við koronu, síðani 1. januar. Í løtuni eru tilsamans 4.690 fólk skrásett sum smittað - eingin er innlagdur orsakað av koronu.

Sambært tilmælunum, ið mynduleikarnir kunngjørdu fríggjadagin, skulu PCR kanningar frá 1. februar bert nýtast til fólk við sjúkueyðkenni, tøttu kontaktirnar hjá teimum, sum er smittað - tað vil siga húskið og fólk sum hava fingið positiva skundkanning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder