Innanlands

Koronukanningarnar kostaðu Sjúkrahúsverkinum 900.000 krónur í gjár

Heili 4.500 vóru og kannaðu seg á kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum í gjár. Spurnartekin verða nú sett við støðuna - við um tað loysir seg á nakran hátt at kanna so nógv. Aðrir trupulleikar eru tó eisini við núverandi støðu

2022-01-20 12:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Omikron-frábrigdi hevur gjørt, at nógv verða smittað við koronu hvønn dag. Talan er um heilt høg tøl, í mun til hvussu nógv vórðu smittað av hinum frábrigdunum.

Tað vísur seg tó eisini, at fólk ikki gerast serliga sjúk av frábrigdinum, og tað er sigandi, at sambært tølunum eftir kanningarnar týsdagin eru 3.369 positiv við koronu í løtuni, men bert tvey eru innløgd av tí - tað svarar til 0,05 prosent av teimum, sum eru skrásett sum smittað.

Serfrøðingar vístu fyri nøkrum vikum síðani á, at talið av innløgdum helst fer at vaksa, um smittutølini vera heilt høg í eina tíð, men soleiðis hevur ikki verið higartil.

Les eisini: Bara tvey innløgd av koronu

Í gjár, mikudagin 19. januar, vóru aftur ógvuliga nógvar koronukanningar gjørdar:

- Klokkan nærkaðist midnátt, tá tær síðstu koronukanningarnar vórðu gjørdar í gjár. Íalt 4500 fólk kannaðu seg á kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum í gjár.

[object Object]
Tey í potingartoyminum í høvuðsstaðnum í gjár. Eitt ógvuliga høgt tal av kanningum vórðu gjørdar, og hetta er dýrt og krevjandi (Mynd: Landssjúkrahúsið)


Soleiðis skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook-síðu sínari fyrrapartin.

Hetta krevur nógva arbeiðsorku og eina rúgvu av peningini. Sjúkrahúsverkið rindar 200 krónur fyri hvørja kanning, og harvið er kostnaðurin fyri dagin í gjár heili 900.000 krónur, um talið av kanningum er júst 4.500. 

- Tað er trupult hvussu leingi tað varðir. Hyggja vit bara eftir seinastu vikuni, so hevur kanningartrýstið verið øgiliga høgt og heldur tað fram, ganga tað bara vikur til játtanin er uppi, segði Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, við útvarpstíðindini í gjár

Løgmaður hevur upplýst, at 40 milliónir krónur eru settar av til koronu í fyrsta ársfjórðingin í 2022. Í løtuni brúkar Sjúkrahúsverkið upp ímóti einari millión so at siga hvønn dag. 

- Tí má eitt kjak í gongd. Man hoyrir um, at um eitt nú eitt barn er smittað í einum skúlaflokki, so verða øll biðin um at kanna seg tríggjar ferðir. So ganga tríggir dagar har onkur afturat er smittaður, og so skulu øll kannast umaftur tríggjar ferðir. Og soleiðis blívur tað við. So hetta má viðgerast um hetta gevur meining, sigur Steinar Eirikstoft.

Les eisini: 
Gevur ikki meining at kanna so nógv
Koronukanningar: Mánadagurin kostaði upp ímóti einari millión
Kommunurnar skipa fyri poting í Sundalagnum

Løgmaður og landstýrismaðurin í heilsumálum hava í viðtalu við in.fo eisini gjørt vart við trupulleikan. Nú korona er eitt alt meira vanligt virus, ið gongur í samfelagnum, og sum ikki vísur seg at vera serliga vandamikið, so er tað heldur ikki løgið, at kjaki verður tikið upp.

Ein av trupulleikunum við hesum er tó, at tað eru so nógv, sum merkja til tað, tí smittutilburðir eru so nógvastaðni umkring, og fyri til dømis nógvar familjur gevur tað eina óvissu í dagligdegnum, tí ein ella fleiri hava verið í tøttum samband við smittaðan, sjúkutekin koma kanska o.s.fr . Tí skal spurningurin um til dømis sóttarhald helst eisini takast upp av nýggjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder